Skip to main content

Okkara tænastur

Heildarloysn til umsiting

Vit bjóða skraddaraseymaðar tænastur, sum tryggja at fiskiskip lúka krøvini í ILO 188.

ILO C188 Glopp Greining

Vit gera eina skipaða gjøgnumgongd av skipinum, har vit meta um manningarviðurskifti, setanarviðurskifti, heilsukrøv og umstøður umborð.

Fyrireiking til sýn og góðkenning

Fá fakliga hjálp til at tryggja, at skipið er klárt til myndugleikasýn og at øll neyðug skjalfesting er í samsvari við krøvini.

Talgildar
loysnir

Vit bjóða talgildar loysnir, sum gera tað lættari at umsita krøv, skjalfesting og mannagongdir í sambandi við ILO 188.

Persónlig compliance ætlan

Vit gera eina skraddaraseymaða ætlan, sum vísir hvussu skipið kann lúka krøvini í ILO 188

Serkøn
Rágeving

Okkara serfrøði vegleiður teg frá fyrstu greining til skipið hevur fingið ILO 188 góðkenning.

Byrja ILO 188 tilgongdina við Nemil

Tryggja, at skipið er klárt til ILO 188 sýn og góðkenning. Byrja tilgongdina í dag!

FAQs

ILO Convention 188 er ein altjóða sáttmáli, sum setir krøv til arbeiðs- og liviumstøður hjá sjófólki umborð á fiskiskipum. Sáttmálin skal tryggja trygd, heilsu og rættindi hjá teimum, ið arbeiða í fiskivinnuni.

Ein nýggj kunngerð um arbeiðs- og liviumstøður hjá sjófólki umborð á føroyskum fiskiskipum longri enn 15 metrar varð lýst í august 2024. Sambært kunngerðini skulu føroysk fiskiskip sýnast og góðkennast sambært altjóða sáttmálanum ILO Convention 188.


Hetta merkir, at fiskiskip skulu lúka fleiri krøv til arbeiðs- og liviumstøður hjá manningini. Fiskiskip millum 15 og 24 metrar verða sýnd av Sjóvinnustýrinum, meðan fiskiskip 24 metrar ella longri verða sýnd av góðkendum klassafelagi vegna Sjóvinnustýrið.


ILO 188 góðkenning hevur stóran týdning fyri raksturin hjá fiskiskipum. Hon er kravd fyri at fáa og varðveita siglingarloyvi, og føroysk fiskiskip kunnu verða afturhildin í útlendskum havnum, um góðkenning ikki fyriliggur. Eisini kann góðkenning vera ein treyt í sambandi við Fast Track-skipanina fyri útlendska arbeiðsmegi.


Hjá Nemil bjóða vit praktiska hjálp til reiðarar og fiskiskip, sum skulu ígjøgnum ILO 188 tilgongdina.