Sum maritimur ráðgevi hjá NEMIL bjóði eg álítandi og fakliga sterka ráðgeving til reiðarí og fiskivinnu. Við góðari vitan um ISM ILO 188 og galdandi reglum tryggi eg, at tit lúka øll krøv og sleppa undan trupulleikum við myndugleikum, sum til dømis at skipið verður afturhildið.
Eg arbeiði praktiskt og beinleiðis, so tit fáa einfaldar og virknar loysnir, sum kunnu setast í verk beinanvegin. Endamálið er at gera arbeiðið lættari, tryggja manningina og styrkja dagliga raksturin.
Við royndum frá frálanda, farmavinnu og fiskivinnu havi eg eina breiða og realistiska fatan av vinnuni. Eg veit, hvussu avbjóðingar í veruleikanum verða loystar – ikki bara á pappíri, men í praksis.
við meira enn 30 ára arbeiðsroyndum innan maritima vinnu. Eg havi starvast sum skipari í 20 ár har av 10 ár í farmavinnuni, og 4 ára royndir á landi sum MPSV Contract Manager í oljuvinnuni, har eg leiddi stórar verkætlanir og arbeiði við altjóða toymum.
Harumframt havi eg verið við til at menna og implementera cyber security skipan, sum tryggjar samsvar við galdandi krøv og styrkir tilvitanina hjá starvsfólkum.
Sum Contract Manager hevði eg ábyrgd av einum IMR-flota við umleið 250 starvsfólkum. Eg arbeiddi við kontraktligari og tekniskari uppfylging, samráðingum, útbjóðingum og fíggjarligum metingum, og var eisini við í fyrireikingum til stórar offshore verkætlanir.
Eg leggi dent á góðsku, trygd og at finna praktiskar loysnir.
Harumframt havi eg góðar KT-førleikar og eri vanur við at arbeiða skipað og miðvíst.
