NEMIL tekur tína dátuvernd í álvara. Hesin privatlívspolitikkur greiðir frá, hvussu vit savna, viðgera, goyma og verja persónupplýsingar í sambandi við okkara virksemi, herundir ráðgeving, fyrireiking og skjalfesting í sambandi við ILO 188, maritima ráðgeving, samskifti við kundar og veitingar umvegis 188.fo.
NEMIL er dátaábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, sum vit savna og viðgera um teg. Vit tryggja, at persónupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við galdandi dátuverndarlóg.
Um tú ynskir at seta teg í samband við okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til:
NEMIL / 188.fo
Einarsgøta 12
V-tal 683310
Telefon: 212332
Teldupostur: nemil@188.fo
Heimasíða: www.188.fo
Persónupplýsingar eru upplýsingar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu knýtast at einum persóni. Tað kann til dømis vera navn, telefonnummar, teldupostur, starvsheiti, felagsupplýsingar ella aðrar upplýsingar, sum verða latnar okkum í sambandi við fyrispurningar, tilboð, ráðgeving ella avtalur.
Um tú ikki ynskir, at vit viðgera neyðugar persónupplýsingar, kann tað hava við sær, at vit ikki kunnu samskifta við teg, veita ráðgeving, gera tilboð ella halda eina avtalu við teg ella títt felag.
Tá tú setur teg í samband við NEMIL / 188.fo, ella vit hava samband við teg í sambandi við møguligt samstarv, kunnu vit viðgera hesar upplýsingar
Endamálið við viðgerðini er at kunna svara fyrispurningum, gera tilboð, kunna um okkara tænastur og umsita møguligt framtíðar samstarv.
Lógarheimildin fyri hesi viðgerð er heimilað áhugamál, tí NEMIL hevur ein sakligan áhuga í at samskifta við møguligar kundar og veita upplýsingar um tænastur, sum kunnu vera viðkomandi fyri reiðarí, skiparar og onnur í maritimu vinnuni.
Upplýsingar um møguligar kundar verða vanliga goymdar í upp til 2 ár eftir seinasta samskifti, ella styttri, um tú biður um, at upplýsingarnar verða strikaðar, og vit ikki hava aðra lógliga orsøk til at varðveita tær.
Tá tú ella títt felag verður kundi hjá NEMIL / 188.fo, kunnu vit viðgera hesar upplýsingar:
Skjøl og upplýsingar, sum eru neyðug fyri at veita ráðgeving, gera ILO 188-skjalfesting ella fyrireika skip til sýn/góðkenning
Endamálið við viðgerðini er at kunna veita okkara tænastur, gera og halda avtalur, senda tilboð og fakturar, samskifta við kundan og skjalfesta arbeiðið, sum verður gjørt.
Lógarheimildin fyri viðgerðini er avtala, tá viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við teg ella títt felag. Í summum førum kunnu upplýsingar eisini verða viðgjørdar grundað á lógarásettar skyldur, til dømis bókhaldslóggeving.
Upplýsingar um kundar verða vanliga goymdar í upp til 5 ár eftir, at kundasamstarvið og samskiftið er endað, um ikki longri goymsla er neyðug sambært lóggávu, krøvum um skjalfesting ella møguligum ábyrgdarviðurskiftum.
Í sambandi við ILO 188-ráðgeving og fyrireiking til sýn kunnu vit viðgera upplýsingar, sum viðvíkja skipinum, reiðarínum og ábyrgdarpersónum. Hetta kann til dømis vera:
Vit viðgera bert slíkar upplýsingar, tá tær eru neyðugar fyri at veita ráðgeving, gera skjalfesting, fyrireika skipanir ella hjálpa reiðarínum at lúka viðkomandi krøv.
NEMIL / 188.fo er ikki myndugleiki og tekur ikki avgerðir vegna Sjóvinnustýrið ella klassafelag. Okkara uppgáva er at ráðgeva, skipa skjøl og hjálpa við fyrireiking.
Um tú ert veitari ella samstarvsfelagi hjá NEMIL / 188.fo, kunnu vit viðgera hesar upplýsingar:
Endamálið er at umsita samstarv, keyp, veitingar, fakturering og samskifti.
Lógarheimildin er vanliga avtala ella heimilað áhugamál. Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað er neyðugt fyri samstarvið, og vanliga í upp til 5 ár eftir, at samstarvið er endað, um bókhaldslóggeving ella onnur lóggáva krevur tað.
Tá tú setur teg í samband við okkum umvegis 188.fo, teldupost ella telefon, viðgera vit tær upplýsingar, sum tú letur okkum. Hetta kann vera navn, teldupostur, telefonnummar, felag, boðtekstur og møgulig viðheft skjøl.
Endamálið er at svara tínari áheitan, veita ráðgeving ella fylgja upp uppá fyrispurningin.
Vit hava hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk fyri at verja persónupplýsingar móti óheimilaðari atgongd, missi, broyting, misnýtslu ella ólógligari viðgerð.
Atgongd til persónupplýsingar verður avmarkað til tey, sum hava sakligan tørv á upplýsingunum fyri at loysa sína uppgávu.
Vit savna og viðgera bert tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar í sambandi við tað endamálið, tær eru savnaðar til. Vit royna at avmarka bæði nøgdina av upplýsingum og tíðarskeiðið, tær verða goymdar.
Vit royna at tryggja, at tær upplýsingar, vit viðgera, eru rættar og dagførdar. Um tínar upplýsingar broytast, heita vit á teg um at boða okkum frá, so vit kunnu dagføra tær.
Vit kunnu í ávísum førum lata upplýsingar víðari til triðjapartar, um tað er neyðugt fyri at veita okkara tænastur ella halda lógarásettar skyldur. Hetta kann til dømis vera:
Triðjapartar, sum viðgera upplýsingar okkara vegna, skulu bert viðgera upplýsingarnar eftir okkara boðum og ikki brúka tær til egin endamál.
Um NEMIL / 188.fo nýtir sosialar miðlar, til dømis Facebook ella LinkedIn, eigur tú at vera vitandi um, at hesir miðlar kunnu savna upplýsingar um teg, tá tú vitjar ella samskiftir við okkara síður. Viðgerðin hjá sosialu miðlunum fer fram sambært teirra egnu dátuverndarpolitikkum.
Vit kunnu brúka teldupost ella aðrar samskiftishættir til at senda tær viðkomandi upplýsingar um okkara tænastur, um vit hava lógliga heimild til tað. Tú kanst altíð biðja um ikki at fáa slíkt samskifti.
Tú hevur rætt til at fáa innlit í, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær koma frá, hvat tær verða brúktar til, og hvussu leingi tær verða goymdar.
Tú hevur eisini rætt til:
Um tú ynskir at brúka tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við okkum við kontaktupplýsingunum omanfyri.
Um tú heldur, at vit viðgera tínar persónupplýsingar í stríð við dátuverndarlógina, hevur tú rætt til at senda eina kæru til Dátueftirlitið:
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Telefon: +298 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
Heimasíða: www.dat.fo
Vit strika persónupplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar til tað endamálið, sum tær vóru savnaðar til, uttan so at vit hava skyldu ella rætt til at varðveita tær longri sambært lóggávu, avtalu ella sakligum tørvi.
Hesin privatlívspolitikkur kann verða dagførdur, um okkara viðgerð av persónupplýsingum broytist, ella um lóggávan broytist.
Seinast dagført: 01-06-2026